KÍ hevur í dag vunnið fyrstu stigini í tveimum teimum ovastu deildunum. Í triðju royndini eydnaðist tað 1. deildarliðnum at vinna. Hesa ferð var mótstøðuliðið næstbesta liðið hjá NSÍ, sum nú er stigaleyst á veg ígjøgnum Norðoyatunnilin, har tað er heilt nógv ferðsla í dag.
Øll trý málini vórðu skorað í 1. hálvleiki.
Hjá KÍ var Leon Bjartalíð tvífaldur málskjútti. Tveir minuttir eftir at hann hevði sett hol á, svaraði NSÍ aftur, tá ið Eyðstein Skipanes skoraði. Undan steðginum skoraði Leon Bjartalíð sigursmálið, sum ber við sær, at KÍ hevur trý stig, meðan NSÍ framvegis hevur eitt stig.