Fyrstu stigini sum sjónleikari í Føroyum

Í næstum verður skipað fyri einum Leiklistarskúla, har til ber at fáa undirvísing í leiklist, leikstjórn, at skriva til pall og scenografi. Hóast tað ikki er møguligt at læra til sjónleikara í Føroyum, so ber til at taka fyrstu stigini her.

MáF, Meginfelag áhugaleikara Føroya, skipar í næstum fyri einum skeiði í leiklist, leikstjórn, at skriva til pall og scenografi.

 

Hesin skúlin sá fyrstu ferð dagsins ljós í farna árið, og undirtøkan hevur verið so mikið góð, at MáF enn einaferð fer bjóðar undirvísingina fram.

 

Lærararnar, sum undirvísa á skúlanum, eru vælroyndur og kendir innan sjónleikaheimin.

Tann, sum fer at undirvísa í scenografi, var millum annað við í filminum Jeg er Dina, umframt at hon hevur staðið fyri scenografinum í ymsum stórum Evropeiskum leikum.

- Hetta er eitt skeið við fýra ymsum greinum, og millum annað kunnu fólk, sum ynskja at verða sjónleikarar, verða við í undirvísingini. Hetta er eitt gott høvi at byrja sína karrieru, og nógv av teimum amatørunum, sum byrja hjá MáF, koma seinni víðari innan fakið og enda sum professionellir sjónleikarar, sigur Malan Joensen, fyrireikari av skeiðinum.

 

Pláss verður fyri umleið 30 næmingum, sum búgva á Føroya Fólkaháskúla teir fýra dagarnir skeiði verður. Næmingarnir fáa skeiðsváttan, umframt møguleika at halda fram við lestrinum í 2010.