Fyrstu stigini í søguni hjá Tjaldur

Hondbóltur: Menninir hjá Tjaldri fingu við sigrinum á KÍF mikukvøldið fyrstu stigini nakrantíð

KÍF-Tjaldur 19-23 (11-11)


Tað var ikki hissini uppgáva Sverri Justinussen tók á seg tá hann tók við sum venjari í ár, bæði tí at tað gekst so illa í hond í fjør, og tí at eingin veruliga visti hvør fór at spæla við Tjaldri í ár.

Tá venjingin byrjaði vóru bara fimm mans til venjing, men útlit vóru til at aðrir - og sterkari - leikarar komu til, og við tí í huga vóru vónirnar fyri ári góðar.

Og nú tríggjar vikur eftir at kappingin fór í gongd eru metingarnar hjá Tjaldursmonnum gingnar út, tí fyrstu stigini nakrantíð eru komin til høldar við sigri á KÍF í dystinum mikukvøldið.


Verjan tett

Men hvør er so orsøkin til at at runavíkingar nú knappliga eru farnir at vinna?

? Vit hava fingið spælarar sum styrkja munandi um verjupartin. Bæði Elias Hansen og Tummas Magnussen eru stórir og sterkir spælarar og roynast væl í verjuni og tað ger, at vit betri eru førir fyri at standa ímóti álopstrýstinum, sigur Sverri Justinussen, sum leggur afturat, at Henning Jarnskor í málinum eisini er ein fongur hjá teimum.

Sverri leggur eisini afturat, at dysturin mikukvøldið vísir, at Tjaldri als ikki er so illa fyri, sum fólk hjalda, og at tað eftir øllum at døma fer at vera munandi torførari at fáa stig móti fjarbúgvunum í ár enn í fjør.


Sekstan mans

til venjing

Sum vera mann fegnast venjarin hjá Tjaldri um sigurin mikukvøldið, tí sum hann sigur, so er tað móti teimum niðaru liðunum at stigini fyrst og fremst skulu fáast.

? Vit hava ikki havt tað besta útgangsstøði, tí í byrjanini møttu bara fimm mans til venjing, og tað er alt ov lítið. Men tað eru treytirnar tá menninir eisini spæla fótbólt. Nú er vend komin í av álvara og í seinastu viku vóru ikki færri en 16 mans til venjin, sigur Sverri Justinussen at enda.


Málskjúttar:

KÍF: Petur M. Johansen 7, Egil Steintórson 5, Emil Petersen 3, Jákup Dam 2, Petur M. Poulsen 1, Vagnur Johannesen 1

Tjaldur: Sverri Justinussen 8, Tummas Magnussen 6, Elias Hansen 5, Pole Hansen 2, Súni Fríði Johannesen 1, Arnfinn Langgaard 1

Brotskøst: KÍF 2, Tjaldur 3

Ávaringar: KÍF 2, Tjaldur 3

Útvísingar: KÍF 2, Tjaldur 3

Burturvísing: Tjaldur 1

Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen