Fyrstu stigini komin í skjáttuni

KÍF hevði undan vikuskiftisdystinum ikki fingið nakað stig í hesum kappingarárinum, og havnamenn úr Kyndli vildu geva teimum reyðu úr Kollafirði skarpan gang. Men tá avtornaði høvdu Kollfirðingar fingið skavað tvey stig til sín við einum 30-29 sigri

Áðrenn dystin í vikuskiftinum vóru Kollfirðingar ikki komnir á stigatalvuna, men teir vildu tað ørðvísi, og kempaðu seg til sigurs m.a. við stórslignum spæli frá málverjanum Óla Kristiani Djurhuus. Annars hoyrdist úr Kollafirði at KÍF spældi betur hondbólt enn teir hava gjørt í langa tíð, og at glottar eru at síggja. So vónirnar um stig í komandi dystum eru góðar.


Dysturin var nøkunlunda javnur, men málmansspælið hjá kollfirðingum var ov stór forðing fyri grønu kyndlamennirnar, ið máttu taka til takkar við einum eitt-máls ósigri


Fakta:

KÍF-Kyndil 30-29 (20-15)

Málskjúttar:

KÍF: Damir Oros 10 (4), Gert Hansen 6, Rógvi Weihe 5, Niklas Reginsson 3, Dejan Jankovic 3, Jóan Pauli Olsen 1, Emil Petersen 1, Mirko Milenkovic 1.

Kyndil: Finnur Hansson 7 (1), Hjalti Jacobsen 5, Ken Zachariassen 5, Rani Ellingsgaard 4, Bárður Johannesen 3 (1), Hans Áki D. Christiansen 3, Regin Fossaberg 2

Brotskøst: KÍF 4, Kyndil 5

Útvísingar: H71 3, Kyndil 3

Dómarar: Kristian Johannesen & Dánjal Samuelsen