Jan C. Dam er venjari hjá teimum næstbestu í EB/Streymi. Í ár eigur besta liðið heimavøll í Hólmanum á Eiði, og næstbesta liðið eigur heimavøll við Margáir.
Í kvøld eydnaðist tað næstbesta EB/Streymaliðnum at vinna fyrstu stigini í ár. Tað var á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá HB. Úrslitið var 1-0, og David Vang skoraði málið fimm minuttir undan steðginum. Uppleggið átti Filip Kruse Johansen.
Hetta var onnur ferðin í ár, at David Vang var málskjútti. Fyrra ferðin var, tá ið EB/Streymur tapti 7-1 á útivølli ímóti Víkingi.
Eftir fýra umfør er tað rættiliga tætt í botninum. Umframt EB/Streym hava HB, B36 og B71 trý stig.
Leygardagin fer EB/Streymur at spæla á Sandi, og HB verður á útivølli partur av grannauppgerð ímóti FC Hoyvík.