Fyrstu stigini

Uppflytararnir úr Vágoynni fingu fyrstu stigini, tá Tjaldur vitjaði fríggjadagin

 

Jákup Mørk


Sóljan-Tjaldur 22-17 (11-6)


Kanska hava hondbóltsáskoðarar í landinum enn ikki lært at siga navnið, Dzikgyte, men tá veturin er farin at halla, munnu tey flestu tó helst hava sæð, hvat navnið merkir. Um ikki annað, so kunnu tey bíta merki í heldur vinarligari fornavnið, Simona.


Stórskjútti

Tað tykist nevnliga sum um, at Sóljan við litaviska leikaranum hevur fingið hendur á einum røttum stórskjútta.

Í trimum teimum fyrstu dystunum í bestu deildini, hava vágagellurnar skotið 70 mál, og av hesum hevur Simona átt ikki færri enn 42.

Fríggjadagin var tað eisini fyrst og fremst hon, sum var upphavið til fyrstu stigini hjá Sóljuni hetta kappingarárið, tá hon skeyt 14 av teimum 22 málunum, sum heimaliðið fekk.

Av Giljanesi frættist annars, at tað yvirhøvur var Tjaldur, sum hevði betra spælið, og við at hyggja at málskjúttaralistanum tykist tað eisini, sum um liðavrikið hjá Tjaldrinum hjá var betri. Har hevði toppskjúttin fýra mál, meðan 6 aðrar býttust um hini 13. Hjá heimaliðinum vóru bert átta mál eftir, tá stórskjúttin hevði tikið sítt.


Eisini aðrar

Nú skal omanfyristandandi tó heldur ikki skiljast soleiðis, at Sóljan bert er ein spælari.

Liðið telur eisini aðrar leikarar, men tað tykist tó, sum um tær eru ov afturhaldnar, til tess at royna nakað sjálvar.

Úrslitni hjá liðnum hava tó verið á eini góðari leið, so um tað bert er sjálvsálitið, sum er avgerandi fyri restina av liðnum, fara hinar helst eisini at koma betri við, sum árið líður.


Tørvar styrk

Hjá Tjaldri tykist tó at vera verri statt. Í fjør fingu teir tær einki stig alt kappingarárið, og nógv bendir eisini á, at hetta eisini verður teirra leiklutur í ár.

Hetta skal ikki skiljast sum nøkur niðurgering, men meðan flestu kappingarneytarnir tykjast styrktar í mun til í fjør, er tjaldursliðið so at siga hitt sama.

Møguleikin fyri styrki er tó sjálvsagt framvegis til staðar, og fáa runavíkingar til dømis hendur á einum leikara, sum veruliga megnar at hótta við skotum útifrá, kann væl vera, at gerast heldur drúgvari enn væntað.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Sóljan: Simona Dzikgyte 14(2), Marjun Jørgensen 2, Heidi Haraldsen 2, Jóna Gudmundsen 1, Hertha Simonsen 1, Heidi Maria Akselsen 1, Elsda Egilstoft 1

Tjaldur: Sunrid Gleðisheygg 4(2), Mona Langgaard 3(2), Kristine Ellingsgaard 3, Ann-Mari Østerø 3, Beinta Joensen 2, Oddvá Fossdalsá 1, Heidi Jacobsen 1

Brotskøst: Sóljan 2, Tjaldur 5

Útvísingar: Sóljan 3