Fyrstu steypadystirnir

Til fyrstu umførini eru liðini styrkismett, og tí er talan á pappírinum um avgreiðsluspurningar. Tað er tó sæð meira enn tí einu ferðina, at avgreiðsluspurningarnir kortini ikki eru so lættir av avgreiða, so tað kundi meira enn so hent seg, at onkur av favorittunum kiksar.

Hjá monnum skal fyrsta umfarið avgreiðast innan 16. november, og er talan tá bert um dystin millum Kyndil II og VÍF II. Innan 23. november skal næsta umfari spælast, og tá eru dystirnir hesir: 2 Team Klaksvik I -StÍF I, 3 Team Klaksvik-VÍF I, 4 Kyndil II/VÍF II-Neistin I, 5. Kyndil I, H71. Spurningurin um plássini í fjórðingsfinaluni saman við teimukm seks liðunum í Atlantic Airways kappingini skal so avgreiðast innan 1. desember. Tá spælarar vinnararnir av dysti 2 og 5 og vinnararnir av dystunum 4 og 3.

Hjá kvinnunum eru bara tveir dystir á skránni, áðrenn komið verður til fjórðingsfinalurnar. Hesir dystir eru Søljan-H71 og Neistin bI-Tjaldur. Í fjórðingsfinalunum koma liðini í Sunset-kappingini so eisini við í kappingina.