Tann 3. desember í 1992 sendi verkfrøðingurin Neil Papworth eini sms boð til Vodafonestjóran, Richard Jarvis.
Tað eru sostatt í dag 25 ár síðani, at hesi fyrstu SMS boð vórðu send. Sigast kann, at hendingin gjørdi, at heimurin hevur ikki verið tann sami síðani. Í dag hava flest øll fartelefon, og tað at senda sms-boð er í dag millum einfaldastu møguleikarnar, ið fartelefonirnar hava møguleika at bjóða.
Í fyrstu sms-boðunum frá Papworth til Jarvis stóð: Gleðilig jól.










