Fyrstu smátturnar í Vági eru nú reistar.
Merkið veitraði í dag yvir fyrstu fimm smáttunum í Vági, ið skulu nýtast til ferðavinnu, summarhús og til næmingar á nýggja ítróttarháskúlanum, sum verður í Vági í heyst.
Hetta eru fyrstu fimm smátturnar av fleiri. Í næstum verða 3 afturat bygdar og fleiri eru partur av ætlanini.
Fólk hava havt møguleika at ognað sær smáttu sum frítíðarhús, men annars verða tær nýttar í ferðavinnuhøpi, og sum næmingabústaðir til næmingar á ítróttarháskúlanum, sum byrjar fyrsta skeið sítt í september.
Smátturnar eru 40 fermetrar.










