Fyrstu skinnini løgd í salt

Eins og í fjør og fyrraári verður tikið ímóti seyðaskinnum bæði á Sandi og í Skálavík.

Heystið er komið, og fjøllini stunda til. Onkur einstakur eigari hevur flett nakrar seyðir, og í næstum verður heimaseyður flettur, eins og lombini í haganum verða tikin.

 

Á Sandi hevur Bjarki Henriksen, sum triðja árið á rað saltar skinn fyri Sp/f Oikos í Bø, fingið tey fyrstu skinnini í salt. Tað hendi í gjárkvøldið.

 

Í fjør og fyrraári saltaði Bjarki ávikavist stívliga 1400 og stívliga 1600 skinn fyri Oikos, og hanm vónar, at talið verður ikki minni í ár.

 

- Peningur verður bert latin fyri lambsskinnini, men vit taka eisini ímóti og salta veðra-og ærsskinn, sigur hann.

 

Hvørt lambsskinn fær umleið trý pottamál við ídnaðarsalti, og veðra-og ærsskinnini fáa umleið fýra pottamál.

 

- Eins og í fjør er adressan fyri móttøku av skinnum Eystanvegur 19 á Sandi, sigur Bjarki Henriksen, sum leggur aftrat, at skinnamóttøka eisini er í Skálavík.