Fyrstu sivilu næmingarnir fingið prógv

Í vikuni fingu Hans Bogi Ellefsen úr Miðvági og Helena Bærentsen úr Havn prógv sum ávikavist logistikassistentur og skrivstovunæmingur hjá Færøernes Kommando í Mjørkadali.

Tað var í 2003, at hugskotið kom fram um at seta sivilar næmingar hjá Færøernes Kommando. Eftir at hava fingið góðkenning frá Yrkisdeplinum vórðu tveir næmingar settir sum teir fyrstu nakrantíð á einum militerum arbeiðsplássi í Føroyum.
Í august 2004 var Hans Bogi Ellefsen úr Miðvágur settur sum logistiknæmingur og Helena Bærentsen úr Havn varð sett sum skrivstovunæmingur. Lærutíðin var tvey ár.
 
Jens B. Jørgensen sersjantur var lærumeistari hjá Hans Boga, og Jan Olsen yvirsersjantur var lærumeistari hjá Helenu.