Fyrstu prógvini í akademiútbúgvingini

Føroya Handilsskúli:

Fríggjadagin 13. mars var prógvhandan á Føroya Handilsskúla, har tey fyrstu, sum hava nomið sær Akademiútbúgvingina í Føroyum, fingu handað prógv.


Akademiútbúgvingin er hægri útbúgving, sum lesandi taka sum parttíðarútbúgving. Útbúgvingin er sett saman av seks modulum og tekur vanliga trý ár. Til ber at taka eina samlaða útbúgving ella at taka støk modulir. Tey, sum fingu prógv, hava tikið akademiútbúgving í altjóða handli og marknaðarførslu og í leiðslu.


Við prógvhandanina hildu Richard Mortensen og Jóanes N. Dalsgaard, lærarar og vegleiðarar á útbúgvingini, røðu. Somuleiðis helt Aina L. Knudsen, útbúgvingarleiðari, røðu.


Aina L. Knudsen sigur, at akademiútbúgvingin byrjaði í 2006, og tey hava góðar royndir av útbúgvingini, sum stórur áhugi er fyri. Seinasta árið hava nógv teknað seg til. Hetta er eitt tilboð til tey sum t.d. ynskja sær eina útbúgving innan leiðslu, meðan tey passa sítt dagliga starv. Útbúgvingin er liðilig og kann tillagast tørvinum hjá tí einstaka næminginum.



Tey sum fingu prógv: Anna Maria Restorff, Ása Olsen, Hergerð D. Heldarskarð og Anja Rein, sum tóku prógv í Akademiútbúgving í leiðslu, og Niels á Reynatúgvu, sum tók prógv í Akademiútbúgving í altjóða handli og marknaðarførslu, Bogi Olsen og Aksel Haraldsen, sum tóku prógv í Akademiútbúgving í altjóða handli og marknaðarførslu.