Fyrstu positivu tølini hjá Icelandair í tvey ár

Icelandair hevði í triðja ársfjórðingi 125 milliónir krónur í yvirskoti – væl stuðlað av uppskrivingum av virðum og inntøkum frá sølu av aktivum. Talan er um fyrsta ársfjórðingsyvirskot í tvey ár.

Tað skrivar danski ferðavinnumiðilin check-in.dk.

 

Hóast kósin hjá Icelandair er ímóti einum halli fyri alt árið í ár, so hevur tað kortini eydnast íslendska flogfelagnum at skapa eitt positivt úrslit fyri ársins triðja ársfjórðing.

 

Felagið hevur ein umsetning upp á 257,5 milliónir dollarar, sum savarar til 1,64 milliarir krónur. Rakstrarúrslitið vísti eitt yvirskot upp á 8,18 millónir dollarar, sum er 52,2 milliónir krónur, men eftir virðisuppskrivingar og bókføringar av inntøkum av sølu av aktivum vísti úrslitið 19,6 millónir dollarar, ella 125 milliónir krónur í avlopi.

 

Felagið skrivar samstundis í ársfjórðingsboðunum, at gjaldførið er styrkt av positiva peningafloyminum frá rakstrinum í triðja ársfjórðingi. Síðst í ársfjórðinginum 30. september í ár hevði felagið tøkar 2,9 milliardir krónur.

 

Í triðja ársfjórðingi flugu um 700.000 ferðafólk við Icelandair á 34 flogleiðum, har 11 varu í Norðurameria og 23 í Evropa. Eitt sindur meira enn helmingurin av viðskiftafólkunum vóru ferðafólk til Íslands, meðan hin helvtin fyrst og fremst vóru ferðafólk, sum flugu umvegis Ísland til onnur ferðamál, einsin og 67.000 ferðafólk á innanlandsrutum.