Fyrstu franciskanarasystrarnar komu til Havnar við DFDS ferðamannaskipinum Dronning Alexandrine á kvøldið tann 24. apríl 1931. Tann nunnuskipan, sum franciskanarasystrarnar í Havn hoyra til, varð stovnað í 1876.
Í 1931 byrjaðu tær skúla í Bringsnagøtu í húsunum hjá Klett, næmingatalið lá um 25. Í 1932 stovnaðu tær ein barnagarð til umleið 20 børn. Sama ár keypa franciskanarasystrarnar saman við bispadøminum í Keypmannahavn økið niðan fyri Viðarlundina, og árið eftir varð farið undir at byggja skúla, kirkju, kleyst¬ ur og barnagarð. Talan var um ein stóran bygning, sum H.C.W. Tórgarð arkitektur teknaði.
Síðan skúlin av fyrstan tíð varð tikin í nýtslu, er hann nakrar ferðir útbygdur, eins og skúlagarðurin eisini er víðkaður. Eitt nú kom fimleikahøll fyrrapartin í 60unum.
Les eisini: Nunnuarnar fara eftir 92 ár í Føroyum
##med2##
Kirkjuvígslan var 19. november 1933, og skúlin varð vígdur 8. desember sama ár. Umleið 60 fólk vóru samankomin, og katólski presturin Boekenoogen vígdi skúlan. Til vígsluna vóru millum onnur M.A. Jacobsen, borgarstjóri, Símun av Skarði, háskúlastjóri, Zachariassen, amtslækni og umboð fyri føroysku bløðini. Sankta Frans Skúli varð øll tey fyrstu árini og líka til 1952 rikin sum privatskúli, uttan almennan stuðul. Fyrstu mongu árini undirvístu systrarnar, men so við og við komu aðrir lærarar. Í 1965 byrjaðu fransiskanarasystrarnar forskúla.
##med3##
Fyrsti føroyski skúlastjórin var Bjarni Skaalum. Hann byrjaði sum lærari í skúlanum í 1967 og frá 1973-80 var hann varaskúlastjóri og skúlastjóri frá 1980-97. Áðrenn Bjarna Skaalum var Maria Stinissen, Systir Maria Thérèse, ella skúlastjóri.
Les eisini: Tað er við sorg og trega
Í 1985 var tíðin farin frá hesum sermerkta skúla. Nunnurnar handaðu skúlan til Tórshavnar Kommunu 1. apríl, tí tær ikki sóu seg førar fyri at halda fram. Systrarnar fingu nýggjan bústað og kirkju, sum liggur í grannalagnum av skúlanum. Í dag er eingin nunna eftir á skúlanum, men navnið hongur eftir.
Úr Sosialinum 12. august í 2008.
Skrivað hevur Rigmor Dam