Fyrstu námsfrøðilesandi í nýggjari skipan

5.februar var fyrsti dagur á skúlabonki hjá 21 hjálparfólkum á dagstovnum í Tórshavnar kommunu

 Tey lesa námsfrøði á VIA University College í Viborg í Danmark

 

Tórshavnar kommuna boðar frá at tey lesandi vóru spent, og væl varð tikið ímóti teimum á stovninum.

 

Útbúgvingin er ein professiónsbachelor í námsfrøði, og er skipað sum ein parttíðarútbúgving. Starvsfólkini arbeiða samstundis, sum tey eru námsfrøðilesandi. Starvsfólkini fáa løn sum vanligt, burtursæð frá døgunum, tá tey eru í skúla.

 

Útbúgvingin tekur 3,5 ár.

 

Tórshavnar býráð samtykti í november í fjør at skipa fyri einari námsfrøðiútbúgving fyri hjálparfólk, ið arbeiða á dagstovnum í Tórshavnar kommunu. Hetta fyri at lyfta støðið og bøta um starvsfólkatørvin.

 

##med2##

 

##med3##