Skúlaskapur
Nú er loksins komið hartil, at tað er klárt hjá fyrstu næmingunum at byrja á nýggja almanna- og heilsuskúlanum í Suðuroy.
Skúlagongdin byrjar mánadagin og í tí sambandinum verður móttøka í húsinum sama dag, har mentamálaráðharrin, Torbjørn Jacobsen, skúlastjórin, Bergljót Ihlen og skúlaleiðarin, Susanne Høgh Olesen, fara at siga nøkur orð um skúlan.
Eftir móttøkuna, verður opið og veruliga skúlagongdin byrjar so týsmorgunin.
Tey, sum byrja á skúlanum nú, eru 20 heimahjálpir, sum skulu til uppskúlingar. Hetta er ein útbúgving uppá 26 vikur fyri fólk, sum hava verið heimahjálpir í eina tíð, men sum ikki hava tað ástøðiligu úbúgvingina. Í útbúgvingini eru mæmingarnir í starvsvenjing í gott helvtini av tíðini.
Talan er um heimahjálpir úr øllum landinum. Søkjast skuldi ikki til hesa útbúgvingina, tí tað eru deildirnar innan heimarøktina í teimum ymsu økjunum í landinum, sum sjálvi senda heimahjálpir í skúla. Hesuferð eru fýra heimahjálpir úr Suðuroy í skúla, tvær úr Sandoy, fýra úr Tórshavn, fimm úr Eysturoy, tríggjar úr Vágum og Vestmanna og fýra úr Norðoyggjum á skeið.
Byrja aftur í september
Annars byrjar sjálv útbúgvingin til Almanna- og heilsuhjálpara triðja september. Hetta er ein útbúgving, sum varar í eitt ár, har tey eru í starvsvenjing ein partur av skúlatíðini.
Stórur áhugi var fyri at sleppa inn á skúlan, tí tey fingu heilar 58 umsóknir. Umleið helvtin av umsøkjarunum vóru úr Suðuroy og hin helvtin var úr landinum annars.
Men tað sleppa bara 24 inn á skúlan. og av tí, at talan er um ein skúlafyri alt landið, eru næmingarnir sjálvsagt eisini úr øllum landinum.
?Tað var sera trupult at taka dagar ímillum umsøkjararnar, tí teir vóru væl skikkaðir, men vit hava so latið teir frægast skikkaðu umsøkjarnar inn á skúlan.
Treytin fyri at sleppa á skúlan, er, at umsøkjari antin hevur prógv úr 9. flokki, umframt arbeiðsroyndir, ella hevur 10 flokk. Men tað ber eisini til hjá øðrum at søkja enn teimum, sum ikki hava 9. flokk, men teir skulu so eisini hava aðrar fortreytir, eitt nú aðra skúlagongd og so verður í hvørjum einstøkum føri mett um førleikan at taka útbúgvingina.