Fyrstu myllurnar bundnar í netið í Suðuroy

Lundin er mett at framleiða 20,4 GWt um árið

Arbeiðið við vindmyllulundini í Porkerishaganum er nú komið so væl áleiðis, at streymur varð settur til fýra av myllunum í gjár.

Tað sigur SEV í dag.

 

– Arbeiðið við myllunum, samstarv við veitarar, undirveitarar og avvarðandi myndugleikar hevur gingið væl, sigur Brian Joensen, deildarleiðari fyri eltøkni hjá SEV og verkætlanarleiðari.

– Hóast Korona farsóttin hevði seinkingar við sær í vár og veðrið hevur verið avbjóðandi, hevur tað eydnast at halda tíðarætlanina nøkulunda.”

 

Royndarkoyring við elframleiðslu inn á netið byrjar fyrst í november, og væntandi verður vindmyllulundin formliga yvirtikin í desember.

 

Lundin er mett at framleiða 20,4 GWt um árið, um øll orkan verður fingin inn á netið. Hetta svarar til miðalnýtsluna hjá 4.000 húskjum, og fer at minka um oljunýtsluna í við 4.400 tonsum árliga.