Fyrstu minuttirnir til Gilla

Eliteserian: Brann Bergen vann í dag 3-0 og Gilli Rólantsson kom á vøllin

Brann Bergen vann í kvøld 3-0 á Viking Stavanger í bestu mansdeildini í norskum fótbólti. Gilli Rólantsson kom á vøllin seinastu tjúgu minuttirnar.

Síggj málini við at trýsta HER

Føroyski landsliðsspælarin sat á bonkinum allan dystin, tá Brann Bergen í fyrsta umfarinum eftir koronasteðgin vann 2-1 á útivølli móti FK Haugesund. Í dag kom tvøramaðurin á vøllin seinastu tjúgu minuttirnar. 

Brann Bergen skifti tríggjar spælarar inn, tá 70 minuttir vóru spældir. Tá var støðan 1-0. Tað endaði við 3-0 sigri. Tað er møguligt at skifta fimm spælarar inn per dyst, og tað gjørdi Brann Bergen eisini í kvøld. Við sigrinum hevur Brann fult stigatal saman við Bodø/Glimt og Molde FK.

Brann - Viking 3-0 (0-0)

1-0: Daouda Bamba (51.)

2-0: Gilbert Koomson (60.)

3-0: Erlend Hustad (90.)

Eliteserien. 2. umfar. Brann Stadion. 200 áskoðarar.

Brann (4-3-3): Ali Ahamada - Petter Strand, Ole Martin Kolskogen (Christian Eggen Rismark fra 73.), Bismar Acosta, Ruben Kristiansen - Amer Ordagic, Daniel Pedersen, Kristoffer Barmen (Fredrik Haugen fra 70.) - Gilbert Koomson (Gilli Rolantsson fra 70.), Daouda Bamba (Erlend Hustad fra 70.), Robert Taylor (Marcus Mehnert fra 85.)

Gult kort: Daniel Pedersen, Ali Ahamada og Erlend Hustad, Brann. 

Viking (4-3-3): Iven Austbø - Fredrik Torsteinbø, Runar Hove, Viljar Vevatne, Adrian Pereira - Ylldren Ibrahimaj (Jefferson de Souza fra 81.), Kristoffer Løkberg (Joe Bell 81.), Johnny Furdal (Sebastian Sebulonsen fra 68.) - Zymer Bytiqi (Tommy Høiland fra 57.), Veton Berisha, Even Østensen (Harald Nilsen Tangen fra 68.)

Gult kort: Viljar Vevatne, Viking

##med2##