Í Stóru Dímun hava tey nú viðgjørt seyðin við heilivág, sum er vanligt hesa tíðina av árinum.
- Fyrstu lombini eru longu at síggja. Tí er tað gott, at vit fingu givið seinastu tveimum gongunum heilivágin leygardagin.
Soleiðis verður sagt á vanganum hjá Dímunargarði í gjár.
- At vit høvdu vitjan av fólki, sum vóru fús at hjálpa, kom væl við.
Lagt verður aftrat, at nú tey hava havt hendur á ónum, má ásannast, at harði veturin sæst aftur.
- Gævið, at várið verður okkum øllum blítt, siga tey á Dímunargarði í dagføring á Facebook-vanganum í gjár.
##med2##











