Fyrstu leiguflogfør úr Danmark fara til Føroyar og Íslands

Júst sum danir fingu boðini um, at allar leiguflogferðir eru avlýstar til september, koma boðini um ferðir úr Danmark til Føroyar og Íslands við Atlantsflog

Júst sum tað tyktiskt sum um, at tað ikki var fyrr enn í september, at fyrstu leiguflogførini fóru úr Billund og øðrum donskum floghavnum, so verður tað longu hendan mánaðin, at Ísland og Føroyar eru nýggj ferðamál. Tað veit TV SYD at siga.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, gjørdi annars fríggjdagin greitt, at ongar charterferðir verða í summar, men vesturjýska ferðaskrivstovan Primo Tours er longu farin at selja flogferðseðlar norðureftir. Tað kann væl vera, at summarið ikki verður júst, sum nógvir danir høvdu hugsað sær, men Primo Tours er nú til reiðar við nýggjum ferðaupplivingum á tveimm ferðamálum, sum danska uttanríkisráðið hevur latið upp fyri, Føroyum og Íslandi, skrivar TV SYD.

– Nógv vendir øvugt her í koronukreppuni, og tí fóru vit at hugsa eitt sindur øðrvísi, tá vit fingu boðini um, at vit ikki kundu bjóða vanligu ferðamálini fyrr enn 1. september. Saman við samstarvsfeløgum og flogfelagnum Atlantic Airwys – sum annars er føroyskt –  er tað eydnast okkum at seta saman eina ferð upp á rekordtíð, sigur Bjarke Hansen, sum er stjóri í Primo Tours.

Fyrsta fráferð verður sunnudagin 28. juni – júst tá donsku skúlarnir fara í summafrí. Síðani er ætlanin at senda tvey flogfør avstað um vikuna alt summarið.

Í Billund Lufthavn eru tey ógvuliga spent at fáa gongd á aftur og summarhýr í floghavnina aftur.

– Vit gleðast um øll framstig í eini starvsgrein, sum hart rakt. Vit hava eisini fleiri rutur, sum verða tiknar uppaftur, men tað er langt á mál til vanligu støðuna aftur, sigur Jesper Klausholm, sum er marknaðarstjóri í Billund Lufthavn, við TV SYD.

Tað eru 180 pláss í hvørjum av teimum báðum flogførunum til Ísland og Føroyar.

– Vit vita, at nógvir danir droyma um at uppliva Atlantshavsoyggjarnar – men bara fá gera tað. Tann møguleikan geva vit nú fólki við beinleiðis flogferð úr Billund Lufthavn. Vit eru spent uppá, hvussu áhugin verður, sigur Bjarke Hansen.