Fyrstu kvinnurnar valdar á ting í Kuwait

Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru kvinnur valdar í tjóðartingið í Kuwait. Fýra av teimum 50 tingfólkunum eru nú kvinnur.

Tað vóru 16 kvinnur millum tey 210 valevnini, sum stillaðu upp til tjóðartingsvalið í Kuwait.

- Hetta er ein sigur fyri Kuwait og landsins fólkaræði, sigur ein av teimum valdukvinnunum - ein kvinna, sum er útbúgving í USA.

Kvinnur fingu ikki valrætt fyrr enn í 2005 í oljustatinum, og harvið blivur tær eisini valbarar. Men við valið í 2006 og við valið í 2008 eydnaðist ongar kvinnu at verða vald.

Landsins emirur upploysti tjóðartingið í mars og skrivaði út val. Tað hendi, tí tjóðartingið hevði sett eina korruptiónskanning í verk viðvíkjandi bróðursyni emirsins.