Fyrstu kavajólini í 128 ár

Amerikanski stórbýurin, Atlanta í Gerorgia hevur havt síni fyrstu kavajól síðani 1882.

Tað er ikki vanligt at kavi legst í amerikansku suðurstatunum, men hesi jólini kom kortini broyting í - til gleði fyri børnini í økinum kring Atlanta, men til stórt forargilsi fyri tey sum skuldu ferðast við bili ella flogfari.

Flogfelagið Delta Airlines varð tvungið til at avlýsa 300 flogferðir til og frá flogvøllinum jóladag, og trupulleikarnir hava verið teir somu í dag.

Kavi og kuldi hava eisini havt stórar trupulleikar í samferðsluni við sær í Evropa.

Og sagt verður eisini frá einari óvanliga kaldari jólahátíð í indiska stórbýnum Delhi.