Fyrstu kanningarnar geva góðar vónir

Kanningarnar higartil geva vónir um, at brekið við stabilisatorunum á Smyrli er ikki so álvarsligt Hóskvøldið kom ein japanari til Føroyar at kanna brekið við stabilisatorunum á Smyrli, sum nú ikki hava virkað í skjótt tríggjar vikur.

Talan er um eitt umboð fyri virkið, sum hevur gjørt stabilisatorarnar og hann fór beinanvegin til verka umborð á Smyrli, tá ið hann kom.

Regin Vágadal, rakstrarleiðari á Strandferðsluni sigur, at tær fyrstu kanningarnar geva vónir um, at brekið ikki er so álvarsligt og at tað ikki er neyðugt at fáa Smyril í dokk.

Men kanningar hesar næstu dagarnar skulu endaliga staðfesta um tað ber til at umvæla brekið ímeðan báturin liggur í sjónum.

Ber tað til at umvæla brekið sum Smyril liggur, verður tað kortini bara talan um eina fyribils loysn, tí so skal brekið takast í botn, tá ið hann annars skuldi í dokk í heyst.

Tí ber ikki til at siga nakað endaligt enn, men fyribils sær tað ikki so galið úr, sigur rakstrarleiðarin.

Vísir tað seg, at Smyril skal í dokk, hava vit fingið fyribils játtilsi upp á at leiga estlendsku ferjuna, St. Ola frá 10 apríl til 15. mai. Tað tekur nakrar dagar at sigla til Føroyar og tað merkir, at Smyril kann takast úr sigling umleið hálvan apríl, ella beint aftaná.

St. Ola skal so úr aftur Føroyum umleið 10. mai.

Tað ber til at fáa Smyril í dokk í Belfast og at sigla hann til og úr Belfast tekur einar tveir dagar hvønn vegin.

Tað merkir, at Strandferðslan hevur einar 20 dagar at umvæla brekið í.

Men umboðsmaðurin hjá verksmiðjuni metir, at verður neyðugt at senda Smyril í dokk og at taka stabilsatorarnir úr at umvæla teir, kann arbeiðið væntast at taka 10 dagar.

Sostatt verður tað ikki fyrrenn um mánaðarskiftið apríl, mai, at vit fáa Smyril í sigling aftur, við stabilisatorunum.