Fyrireikingarnar til Bátastevnuna í Vestmanna ganga væl, og nú er longu klárt at taka ímóti gestum. Fyrstu kampingvognarnir eru longu komnir, og væntast fleiri bátar og kampingvognar í vikuskiftinum, nú veðrið er av tí fagrasta. Fyrsta tiltakið verður longu hóskvøldið, við einum fyrilestri um tosk og makrel.
Eins og undanfarin ár, verður tann stóri dagurin leygardagin 17. mai, tá ið allur bátaflotin savnast við Fútaklett, og harfrá siglir inn á Vestmanna. Skipað verður fyri mini-tivoli o.ø. tiltøkum fyri børnum á kei-økinum bæði fríggja- og leygardagin. Leygarkvøldið verður eisini tann stóri bátastevnudansurin á kei-økinum har Kim Hansen og Vestmenn spæla til dans.