Soleiðis stendur í eini grein í Dimmalætting 1931: »Det synes som interessen for boldspil er i stadig tiltagen. Saaledes har nu et damehold her i byen startet en haandbold klub, og har saaledes begyndt noget nyt paa sportens omraade. Særlig velegnet kan man ikke sige Kommuneskolegaarden er til den slags sport, men man har en god udsigt og det er skam ogsaa et temmelig godt aktiv«.
Hondbóltsfelagið Neistin er stovnað 24. mai 1931, og kundi tað sæð út til, at hetta var byrjanin til hondbóltsfelagið Neistan.
Genturnar eru avmyndaðar frammanfyri tað heimagjørda málið. Tær eru f.v.: Ninna Nielsen, Torbjørg Winther, Hanna Mortensen, Jona Dahl-Christiansen, Sanna Johansen (á Lag), Nanna Skála og Petra Rein.
Tá hesar genturnar byrjaðu at spæla, vóru ítróttarbúnar ikki so líka til at fáa fatur í, tí bleiv spælt í vanligum kjólum. Leggið til merkis turrukløðini um miðjuna á gentunum, hettar bleiv gjørt fyri at vísa, at hesar vóru á sama liðið.
Tey, sum hava okkurt at viðmerkja í samband við hesa myndina, verða vinarliga biðin um at seta seg í samband við Birgar Johannessen á tel. 214647 ella 314647.
Mynd: Nanna Skála










