Fyrstu HH næmingarnir á Kambsdali í ár húgvuna

Nú summarfrítíðin nærkast, eru eitt alsamt vaksandi tal av húgvum at síggja á ungum lærdómsfyltum høvdum kring alt landið. Mangan verður sagt, at lærdómur er tungur at bera, men møtir tú einari nýklaktari pisu, so er hon løtt og brosandi at síggja til.

Terji Nielsen


Mikudagin fingu teir fyrstu HH næmingarnir á Handilsskúlanum á Kambsdali húgvuna setta á høvdið eftir lokna próvtøku í donskum. Í gjár, hósdagin, var túrurin so komin til fyrsta telduflokkin á skúlanum. Hesin flokkurin hevur bæði árini á Hægri Handilsskúla havt telduna sum ein týðandi lið í undirvísingini, og av somu orsøk hevur hvør næmingur í flokkinum havt eina teldu fyri seg sjálvan.