Seinnapartin í gjár var hátíðarhald í skúlanum í Trongisvági. Og tað var eisini nakað at hátíðarhalda, tí tá fingu teir fyrstu heilsurøktararnir, sum eru klaktir í Føroyum, prógvini handað.
Hetta vóru næmingar, ið byrjaðu á Almanna- og heilsuskúlanum í Suðuroy í 2006 og teir vóru 23 í tali, sum fingu prógv í gjár, 21 konufólk og tvey mannfólk.
Á hátíðarhaldinum fortaldi Johanna Køtlum, forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum, at hetta er ein sera góð útbúgving sum kann brúkast víða og á nógvum økjum.
- Í Danmark hevur tað tikið nógv ár hjá heilsurøktarunum at finna teirra samleika í fakinum. Tað verður kanska ongantíð heilt greitt, hvussu fakbólkurin skal brúkast, men tað verður meira og meira greitt hvussu fakbólkurin kann brúkast, segði hon.
Hon segði, at eisini í Føroyum, arbeiða tey støðugt við at finna teirra fakliga samleika og at vera okkara egni fakbólkur við serligum sereyðkenni.
- Heilsurøktara útbúgvingin er ein víttfevnandi útbúgving, í fyribyrging, aktivering, viðgerð og røkt. Sjálvt um útbúgvingin er í slekt við aðrar útbúgvingar á hesum øki, er hon uppbygt á ein heilt annan hátt.
- Navnið sigur nógv um hvat ein heilsurøktari ger, tí ein høvuðsuppgáva er at røkta heilsuna við umsorgan, aktiverandi tiltøkum, pedagogikki, røkt og viðgerð har borgarin er, antin í egnum heimi, á sjúkrahúsi ella á stovni.
- Hetta kann gerast við at taka borgarin við í einum og hvørjum, at stíla ímóti at borgarin sleppur at vera sum longst í egnum heimi, at stytta um innleggingartíðina á sjúkrahúsum og við at leggja størri áherðslu á fyribyrging.
Johanna Køtlum segði, at tað er ongin føst uppskrift upp á, hvussu heilsurøktarar skulu arbeiða.
- Hóast tað kann vera ørkymlandi, hevði tað eisini avmarka møguleikarnar at nýta heilsurøktarnar á eins góðan hátt, sum tað verður gjørt nú.
- Tí skal tað heldur takast sum ein avbjóðing, segði hon og hon legði afturat, at við teirri framgongd, sum hevur verið í fakinum, verður spennandi at vita hvat øki heilsurøktarin fer at røkja í framtíðini.
Teir 23 heilsurøktararnir sum eru teir fyrstu, sum eru klaktir í Føroyum. Tey eru: Elsa Maria Fláaberg, Nancy Johannesen, Anna Sjúrðardóttir, Heini Larsen, Krist-Bjørg Olsen, Malfrid Svabo Joensen, Linda Syderbø, Marita Poulsen, Johanna Sigurheim, Selma Franksdóttir, Asta Borgarlíð, Elsa Jacobsen, Kathrina Poulsen, Stefan Nordendal, Marita Krosstein, Tony í Lon, Sunrid Olsen, Eghild Poulsen, Eyðna Poulsen, Elin Jacobsen, Heidi Thomsen, Hanna Klettskarð í Kongstovu og Olea Johannesen