Íalt vóru 25 grundøki tøk, men fleiri teirra eru longu seld. Haraftrat ery tey fyrstu húsini í gerð, og verða ætlandi sett upp fyrsta dagin. Stykkini eru 600 fermetrar stór og liggur kostnaðurin um 200.000 kr. fyri hvørt teirra.
Tá kommunan á sinni avgjørdi at fyrireika hesa útstykkingina, sum hevur kostað góðar 10 mió. kr., lá hópurin av umsóknum um byggiloyvi inni. Men síðani hava nøkur fólk valt aðrar loysnir, m.a. við at keypa sær hús í bygdini ístaðin.
- Kortini tykist áhugin fyri hesum grundøkjunum at vera stórur, nú tey eru vorðin byggibúgvin, verður sagt av kommunuskrivstovuni í Vestmanna.
Tætt við hesa nýggju útstykkingina liggur bæði barnagarður og útibarnagarður, umframt tað at ein hevur sera gott útsýni yvir bygdina.










