Fyrstu húsini á Berjabrekku 3 eru nú komin upp at standa – í hesum fyrsta byggistiginum eru tær 12 íbúðirnar hjá Sinnisbata.
Henda verkætlanin er eitt samstarv millum byggifyritøkuna Bul, Tórshavnar kommunu, Sinnisbata, Palla Gregoriussen, arkitekt, og Bústaðir.
Talan verður um 38 nýggj hús/íbúðir, har tað verða fýra ymisk íbúðarsnið. Byggingin kemur at minna um væleydnaðu byggingina á Óðinshædd, sum Bulur eisini hevur staðið fyri.
Byggiverkætlanin hjá Buli fevnir um trý byggistig, har 12 íbúðir verða í fyrsta byggistigi, 16 í øðrum og 10 í triðja og seinasta. Fyrstu 12 íbúðirnar eru tær hjá Sinnisbata.