Fyrstu ófráboðaðu fyrispurningar á tingi í morgin

Á tingfundinum klokkan 11 í morgin verða fyrstu ófráboðaðu fyrispurningar, síðani nýggja landsstýrið tók við. Tað eru spurningar, sum tingfólk seta landsstýrisfólki.

Eftir tað er 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lættari atgongd hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland). Tað málið verður beint í Trivnaðarnevndina. Uppskotið kann LESAST HER.

 

Síðsta málið á skránni er uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019, sum verður beint í fíggjarnevndina. Uppskotið kann LESAST HER