Fyrstu formarnir fyltir á Nesi

Byggivirkið KBH er farið í holt við arbeiðið at byggja nýggja viðgerðarheimið hjá Bláa krossi á Nesi.

Síðstu vikurnar hevur lív verið á grundøkinum hjá Bláa krossi, og nú er tað farið at síggjast, at arbeiðið at byggja nýggja viðgerðarheimið er byrjað.

Tað er KBH á Toftum, sum er høvuðsarbeiðstakari, og tað er Teknistovan í Gøtu, sum hevur teknað og fer at hava eftirlitið í byggitíðini.

Undirveitarar eru millum aðrar Rók-El í Saltnesi til elarbeiðið og Zacharias Leitisstein í Runavík til hvs-arbeiðið.

Talan er um 800 fermetra bygning í einari hædd.

Blái krossur hevur áður upplýst, at bygningurin verður tikin í nýtslu á vári í 2014 - ella um stívliga eitt ár, og tá verður alt virksemið á Bláakrossheiminum í Havn flutt inn á Nes.

Tað er heimasíðan hjá Nes kommunu, sum ber hesi tíðindi.