Dagurin í dag, 20. juli, eitur Elias. Dagurin verður hildin til minnis um profetin Elias, sum Kongabøkurnar í Gamla testamenti siga frá.
Í Føroyum hevur hann fingið navnið Líggjas. Bíbilskt navn, ið merkir Jahve er Guð mín, sigar Axel Tórgarð í Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008.
Fyrstu ferð fólk vóru á mánanum, var hendan dagin í 1969, tá amerikanska rúmdarferjan, Apolli 11, setti seg á mánanum.
»Hetta er bert eitt lítið fet fyri menniskju, men ein risafet fyri mannaættina«
Hesi gitnu orð segði Neil Armstrong, tá hann góðar seks tímar eftir, at rúmdarferjan lendi á Mánanum, steig út á Mánan nakað eftir midnátt tann 21. juli í 1969.
Aftan á 21 tímar og 36 minuttir á Mánanum, varð startrakettin á Ørnini tendrað, og teir báðir rúmdarmenninir komu aftur á Jørðina 24. juli og vórðu móttiknir sum hetjur eftir 21 dagar í karantenu, sum teir vóru koyrdi í vegna vanda fyri møguligum mánabakterinum.
Norski krúnprinsurin, Hákun, fyllir 40 ár í dag.