Tað verður ein avgerandi liður í hvør verður føroyameistari hjá bæði kvinnum og monnum, tá ið fyrstu FM-finalurnar fara av bakkastokki í kvøld. Kvinnurnar hjá Neistanum hava valt heimadyst í fyrsta dystinum og verður dysturin ímóti Stjørnuni spældur kl.19 í høllini á Hálsi.
KÍF hevur somuleiðis valt heimavølli í fyrstu av teimum í minsta lagi tveimum FM-finalunum, og verður tann dysturin spældur kl.20 í Kollafirði.
H71 hevur munin
Hóast KÍF á stigatalvuni endaði heili 10 stig frammanfyri H71, so eru tað allarhelst hoyvíkingar, ið eru betur koyrandi í løtuni. Teir hava nevniliga sanniliga verið væl koyrandi seinastu vikurnar. Størsta partin av kappingarárinum lógu teir ikki til eina FM-finalu, men ímóti kappingarársenda komu teir sníkjandi og ein næstan alt-vinnandi gongd tók seg upp.
Seinastu trý umførini hava teir staðfest sína styrki við at hava vunnið á bæði kappingarneytanum VÍF og greiða oddaliðnum, mótstøðuliðnum í finaluni, KÍF.
KÍF var óhugnaliga sannførandi í Atlantic Airways-kappingini. Tey 10 stigini niður til H71 siga alt, men er tað trupult at fáa greiðu á, um KÍF eins og H71 er í sínum besta formi, ella um teir toppaðu mitt í kappingarárinum. Okkurt bendir á hetta, eftirsum teir hava sløsað eitt sindur ímóti endanum av kappingarárinum, men kunnu teir bara mótprógva hesum í kvøld.
Heimavøllurin týðandi
Hjá kvinnunum var Neistin sannførandi í kappingarárinum og endaði seks stig frammanfyri kvøldsins seinna finaluliði, Stjørnuna. Seinasta dyst í høllini á Hálsi ímillum hesi bæði liðini var hin 14. februar, tá ið Neistin vann 33-29. Ein mánaða seinni svaraði Stjørnan aftur á heimavølli og vann 31-30, so meðan vit síggja hvussu javnt leikar á ímillum hesi bæði liðini, er líkt til, at heimavallarfyrimunurin telur nógv.
Køld luft er íkomin millum liðini bæði eftir sokallaða Brauer-málið, sum tó ikki skal fáa meiri rúmd enn tað sama í hesi FM-finaluni, tí nú skal besta hondbóltsliðið í ár kjósast og dysturin í kvøld verður væntandi sera tættur og spennandi.