Fyrstu finnurnar fluttar kl. fimm

Í páskafrítíðini er FM í talvi fyri einstaklingar. Soleiðis hevur tað verið í mong ár, og soleiðis er tað eisini í ár. Hesa ferð verður telvað í Eysturskúlanum í Havn.

Fyrsta umfar verður klokkan 17 í dag (og ikki kl. 14 sum tað áður er lýst).

Í landsliðsbólkinum hittast telvararnir soleiðis í 1. umfari:

Martin Poulsen 2303 - Torkil Nielsen 2058

Carl Eli N. Samuelsen 2231 - Olaf Berg 2183

Herluf Hansen 2023 - IM Helgi Dam Ziska 2400

Ólavur Simonsen 2092 - Rani Nolsøe 2036

Finnbjørn Vang 2081 - Hans Kr. Simonsen 2178

Annað umfar verður sunnudagin kl. 17.