Fert tú á ólavsøku?
- Ja, eg fari á ólavsøku í ár, og sum nýggj løgtingskvinna verður ólavsøkan nakað heilt serligt fyri meg, tí eg skal verða við í skrúðgonguni fyri fyrstu ferð ólavsøkudag.
Tað sigur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna av Tvøroyri.
Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?
- Eg ætli mær til Havnar tíðliga hósmorgunin hin 27. juli at rigga til. Tá eru eisini bæði Faroe Pride og ólavsøkudysturin millum løgtingsfólk og prestarnar á skránni, og eg ætli mær at luttaka í báðum.
Hon vísir á, at enn veit hon ikki, hvønn leiklut hon fær í fótbóltsdystinum.
- Men, eg vóni faktiskt, at eg sleppi at verða partur av heppikórinum, tí tað passar mær betur. Havi ongantíð verið nakar fjeppari av bóltspølum; dámi betur at hava bóltar í fjarstøðu.
Súsanna sigur, at ólavsøkuaftan ætlar hon sær til setanina, kappróður, listaframsýningar, spáka aftur og fram í miðbýnum og heilsa uppá fólk.
- Vit eru eisini boðin til opið hús hjá einari góðari vinkonu, sum býr í Havn. Maður mín er sjómaður og bíðar eftir skipsboðum, men vit krossa fingrar fyri, at hann fær ólavsøkuna við. Báður døturnar fara eisini á ólavsøku.
Hon vísir á, at ólavsøkudag verður so skrúðgonga, gudstænasta og løgtingsfundur, og so fær hon at síggja, hvussu verður við restini av degnum.
- Seinni verður so farið til midnáttarsangin.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
- Eg dugi ikki ordiliga at svara uppá, hvat tað besta er við ólavsøkuni. Vit hava ikki verið so ofta á ólavsøku. Onkuntíð hava vit verið burturstødd, onkuntíð hevur maðurin verið til sjós, og so havi eg ikki havt hug at farið sjálv. Tískil hava vit ikki nakrar ólavsøkusiðvenjur.
Súsanna Bertholdsen sigur, at tá hon gjørdist løgtingskvinna, avgjørdu tey at leiga eina íbúð í Havn, so hon kundi røkja løgtingsstarvið so væl sum gjørligt.
- Íbúðin liggur miðskeiðis í býnum, so nú hava vit góðar umstøður at halda ólavsøku saman sum familja. Um veðrið verður til vildar, so verður ólavsøkan heilt sikkurt góð.
##med2##
Er okkurt serligt tú minnist við ólavsøkuni?
- Eldra dóttirin var sum smágenta fyrstu ferð í føroyskum klæðum eina ólavsøku. Veðrið var av tí allarbesta, og vit tóku myndir av henni og systkinabørnunum í havanum hjá fastrini, sum býr í Havn.
Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?
- Ferðaætlanin hjá Smyrli. Smyril siglir suður klokkan 21.15 bæði ólavsøkuaftan og ólavsøkudag. Eg haldi, at hann ístaðin kundi siglt klokkan 01 um náttina, so suðuroyingar, sum ongan hava at gista hjá og ei heldur hava ráð at gjalda fyri gisting á hotelli (tað er jú dýrari á ólavsøku), kundu fingið so nógv við sum møguligt.
Súsanna Bertholdsen heldur fyri, at tá vit siga, at ólavsøkan er okkara tjóðarhátíð, eigur eisini at verða syrgt fyri, at øll tjóðin hevur møguleikan at verða við.
- Tað eru heldur ikki øll, sum hava rætt til frí á ólavsøku, leggur løgtingskvinnan aftrat.