Fyrstu ferð síðani New York

Villy Søvndal tekur sær av løttum á Fólkafundinum, áðrenn hann fer á pallin. Hann hittir millum annað Jógvan við Keldu, sum hann ikki hevur sæð síðani á ST-aðalfundi í 2002

Fyrrverandi uttanríkisráðharrin er við á Fólkafundinum við Løkin í Runavík. Villy Søvndal lendi í Vágum tíðliga seinnapartin, og hann hevur tí eina fríløtu á Fólkafundinum, áðrenn hann fer á pallin klokkan 20:30 í kvøld.

 

Ein av teimum fyrstu, ið Villy Søvndal hitti við Løkin, er fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin Jógvan við Keldu. Fyri 12 árum síðani, afturi í 2002, vóru teir báðir ein mánað saman á ST-aðalfundi í New York.

 

Prátið fall tí av givnum orsøkum aftur á tann túrin og tey mál, ið tá vóru á dagsskrá á ST-høvuðsborgini.

 

Villy Søvndal vitjar Føroyar fyri fyrstu ferð, síðani hann í vetur fór heilt burtur úr donskum politikki.

 

Talan er um ein av teimum mest royndu politikarum í Danmark. Villy Søvndal varð valdur á Fólkating fyri SF í 1994, og hann gjørdist floksformaður í 2005. Í 2007 leiddi hann flokkin til besta valúrslit í meira enn 20 ár, tá SF fekk 23 umboð á Fólkating. Hóast afturgongd á valinum í 2011 førdi hann SF í stjórn fyri fyrstu ferð í søgu floksins. Eftir fólkatingsvalið í 2011 gjørdist Villy Søvndal uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt.

 

Klokkan 20:30 greiðir hann frá sínum politiska og persónliga lívi í samrøðu við Jón Brian Hvidtfeldt.