Betrideildin: Fyrstu ferð í ár at allir fimm dystirnir vera leiktir í senn

Alt 20. umfar í Betrideildini hjá monnum verður avgreitt sunnudagin millum klokkan 15 og 17

Undanfarnu 19 umførini hevur ligið rættiliga væl hjá føroysku miðlunum at dekka Betrideildina hjá monnum. Í undanfarnu umførunum hava ein ella tveir dystir verið lagdir aðra klokkutíð enn klassisku klokkutíðina: Sunnudag klokkan 15.

 

Hetta hevur eisini verið virðismett av áskoðarum og fótbóltsentusiastum, ið kunnu hugsað sær at síggja meir enn bara ein dyst í hvørjum umfari. 

 

Komandi sunnudag verður tað sum í gomlum døgum. Alt 20. umfar avgreitt millum klokkan 15 og 17. Eitt klassiskt trunkaumfar.

 

21. umfar verður tó leikt yvir tríggjar dagar. 21. umfar verður avgreitt hóskvøldið 31. august, fríggjakvøldið 1. september og leygardagin 2. september.

 

##med2##