Fyrstu ferð í Ánunum

Í ár er fyrstu ferð, at alment hátíðarhald hevur verið, tá jólatræið í Ánunum er tendrað.

Í ár varð skrivað søgu, við tað at hetta er fyrsta ferð alment er tendrað jólatræ í Ánunum. Jólatræ hevur verið reist í Ánunum í mong ár, men í ár er so fyrsta ferð alment er savnast til eitt hald og tendra ljósið saman við Hornorkestri og røðara.

 

Í Edmundstrøð munnu búgva út móti 50 fólk, so hetta er ein nýggj bygd í Ánunum. Tí varð avrátt at gera eitt jólahald við træið, har Gunvá við Keldu, býráðslimur helt røðu og Klaksvíkar hornorkestur spældi, har omanfyri 50 fólk møttu. Eftir haldið varð boðið kaffi og kakur.

 

Orð og myndir: Dávur Winther.