Fyrstu ferð eg havi keypt billett

- Fyrsta árið keypti eg eina billett, men fekk peningin aftur, tá eg fortaldi, at eg hevði lánt G! mín bassforsterkara.

Tað sigur gøtumaðurin Pætur Zachariasson, sum øll árini er sloppin ókeypis inn á G!, antin sum tónleikari ella hjálparfólk, men sum í ár onga uppgávu hevur, og mátti harvið keypa sær atgongd til festivalin.


Sum gøtumaður, so er tað ikki tónleikurin, ið er tað besta við festivalinum, men tað at síggja hvussu heimbygdin broytist.


Hetta ljóðar sum ein cliché, men fyri meg er tað stemningurin, ið er tað besta við G! At síggja sína heimbygd umbroytast til ein metropol av mentan, tónleiki og ungu fólkum, er nakað heilt serligt.


Pætur hevur verið til allar framførslurnar, og metir at føroysku nøvini hava verið tey bestu higartil.


- Grundin er staðið, og Guðrið og Marius høvdu nakrar góðar framførslur. Annars eri eg sera spentur uppá Eivør og Dizzy Mizz Lizzy, sigur ungi gøtumaðurin at enda.