Fyrstu ferð á G í tíggju ár

Kristina Steensen hevur skift tær hvítu, heitu strendurnar í Kalifornia út við Gøtusand og G!

Eitt av sereyðkennum við føroyska summarinum, eru teir hundraðtals av føroyskum útisetum, ið venda nøsina heim í summarferiu. Ein teirra er unga havnarkvinnan Kristian Steensen, ið dagliga býr í Los Angeles í Kalifornia, USA.


Til dagligt er Kristina umgird av longum, hvítum, sólbakaðum strondum. Í dag eru tað tó tey heitu klæðini, ið eru funnin fram.


- Hetta er fyrstu ferð, at eg eri á G! í tíggju ár, og hetta er fyrstu ferð, at eg eri í Føroyum síðani eg flutti til Kalifornia fyri fýra árum síðani. Tí er tað deiligt at ganga runt her og møta fólkum, ið man ikki hevur sæð í fleiri ár.


Tað er tó ikki bara samveran, ið dregur Kristinu Steensen til Syðrugøtu.


- Her er deiligt at vera, og Føroyar eru so romantiskar um summarið. Av tónleikanøvnum er tað serliga Dizzy Mizz Lizzy, ið eg gleði meg at hoyra.


Tá Kristina verður spurd, um tað er nakar munur á amerikanarum og føroyingum, sigur hon, at føroyingar duga betri at hugna sær.


- Føroyingar duga betri at hugna sær og liva í nú'inum. Í USA skal okkurt henda alla tíðina og alt skal vera so øgiliga stórt.