Fyrstu ferð verandi Evropameistari vitjar Føroyar

Í 2007 vitjaði verandi heimsmeistarin, Italia á Tórsvølli. 10. oktober vitja Evropameistararnir. Portugal á Tórsvølli

Fyri fyrstu ferð í føroysku landsliðssøguni vitjar ein verandi evropameistari í Føroyum, og fer at spæla undankappingardyst ímóti føroyska fótbóltslandsliðnum.

 

Tá Portugal spælir HM-undankappingardyst ímóti Føroyum á Tórsvølli 10. oktober verður talan um fyrstu ferð, at ein verandi evropameistari spælir dyst á Tórsvølli.

 

Áður hevur ein verandi heimsmeistari, Italia spælt ímóti Føroyum á Tórsvølli. Fáur kann gloyma rimmar dystin, tá Rógvi Jacobsen skoraði ímóti Buffon, og vit fingu eitt heiðurligt 1-2 tap ímóti táverandi heimsmeistarunum, Italia. Hesin dysturin var spældur 2. juni í 2007.

 

Tá vit spældu fyrstu ferð ímóti Týsklandi í 2002 høvdu teir vunnið HM-silvur. Tá vit spældu EM-undankappingardystir ímóti Fraklandi í 2006 og í 2007 vóru teir eisini HM-silvurvinnarar.

 

At evropameistararnir, Portugal vitja í Føroyum merkir, at eyka nógv tíðindafólk koma til dystin í oktober. Og hugsandi er eisini, at portugisisku fjeppararnir eru meiri ídnir at fylgja sínum landsliði nú, so uttan iva verður fitt av útiáskoðarum til HM-undankappingardystin millum Føroyar og Portugal, sum verður spældur 10. oktober klokkan 19.45.