Erlina og Jann Johannesen úr Kaldbak eru fyri fyrstu ferð á ólavsøku uttan børnini hjá sær.
"Eingi av okkara fýra børnum høvdu møguleika at koma á ólavsøku í ár, og tað er fyrstu ferð nakrantíð, at vit eru einsamøll á ólavsøku," sigur Erlina.
"So í ár fara vit ordiliga at sláa okkum leys," leggur Jann skemtandi aftrat, "nei tvætl, tað verður eitt sindur á sama hátt, sum vit hava gjørt hini árini."
Tá børnini vóru yngri plagdu Erlina og Jann at ganga høgt upp í kandifloss og ballónir, men tað er í dag ein farin tíð.
"Nú plaga vit at ganga og mala og práta við vinir og kenningar. Útimøtini hjá Ebenezer plaga vit altíð at fara til. Hvørt ár eru vit eisini hjá systir míni, sum býr her mitt í býnum, til ein góðan nátturðabita," sigur Erlina.
"Eitt, sum vit ætla okkum hesa ólavsøkuna, sum vit ikki gera vanligt, er at fara til skrúðgonguna í morgin. So tað verður spennandi at vita, hvussu tað fer at roynast," sigur Jann.
Spurd um hví tey ikki hava føroysk klæði svarar Erlina:
"Allar tríggjar døtrarnar hava tey føroysku klæðini, og sonurin samlar. So tað má vera rímiligari leið."