- Vit gleða okkum at sleppa aftur til fiskiskap.
Tað siga grønlendingarnir, Erno og Ulrik, sum sigla við grønlandska uppsjóvarskipinum, Tuneq, sum seinastu mánaðirnar hevur ligið á Skála. Menn hjá skipasmiðjuni Mest hava klassað skipið, og menn hjá Mekanik í Runavik hava yvirhálað alt maskinaríið.
Sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, hevur meira enn einaferð vitjað umborð á Tuneq, nú skipið hevur ligið á Skála so leingi, og her hevur hann eisini skift orð við føroyska skiparan, Kára Petersen, sum býr í Spania, men hevur sínar røtur á Skarvanesi.
Um alt gekk, sum ætlað, fór Tuneq av Skála aftur í gjárkvøldið. Men, áðrenn leiðin liggur til Eysturgrønlands, skuldi skipið fyrst á Fuglafjørð eftir reiðskapi. Í Eysturgrønlandi skulu teir tríggir trolararnir, Tuneq, Tasiilak og Tuugaalik, partrola upp á skift eftir sild og makreli.
Tasiilak og Tuugaalik hava verksmiðju umborð, og tað verður umborð á hesum báðum skipum, at fiskurin verður hagrreiddur og frystur.
Eftir døgurða í gjár, hevði sjómanstrúboðarin andakt umborð, og hetta var fyrstu ferð, at grønlendingarnir, Ulrik og Erno, vóru við til eina andakt umborð á skipi. Sambært Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini høvdu eisini teir báðir høvt eina góða uppliving.









