14 artistar eru komnir til landi við Sirkus Arena úr Danmark. Tey fara um vikuskiftið at hava sýningar kring landið í ávíkavist Runavík, Klaksvík og Havn.
? Tíverri hava vit ikki djór við, men vit hava sett eina serliga skrá saman, sum vit eisini plaga at brúka tá vit eru í Grønlandi, sigur Christian Warrer, sum er talsmaður hjá Sirkus Arena.
Við á ferðini eru klovnar, jonglørar og onnur spennandi fólk, sum fara at geva áskoðarunum eini tveir tímar av undirhaldi.
? Vit vænta nógv glað fólk fara at koma at hyggja. Tey fáa eina stuttliga familjuuppliving burturúr, sum tey kunnu tosa um aftaná. Tað er okkara mál. At geva áskoðarunum nakað, sum teir gerast glaðir av, og síðani kunnu práta um aftaná. Sirkus er fyri øll, sigur Christian Warrer.
Sjálvt um ongi djór eru við, so lovar talsmaðurin fyri sirkusið, at sýningin verður ikki verri enn um djór høvdu verið við. Sama skráin verður brúkt, sum tá sirkusið ferðast í Grønlandi, tí har er jú heldur ikki loyvi at hava djór inn við í landið.
Talan er um vetrarsirkus, sum Sirkus Arena eisini ferðast kring Jútland við um veturin.
? Orsøkin til, at vit koma til Føroya er, at vit hava ikki verið her í eini tíggju ár, og nú hildu at tað var tíð uppá at koma aftur. Eisini tað, at koma til Føroya, er ein uppliving fyri tey, sum eru við, sigur Christian Warrer at enda.
Skráin hjá Sirkus Arena er soleiðis: fríggjakvøld í ítróttarhøllini í Runavík, leygardag í KÍ-høllini í Klaksvík og sunnudagin í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.