Sjónleikur
"Fiskar á turrum landi" er heitið á sjónleikinum, sum Fuglafjarðar Sjónleikarafelag í kvøld frumframsýnir. Hetta er ein leikur eftir Árna Ibsen. Turið Sigurðardóttir hevur týtt leikin úr íslendskum til føroyskt.
Sjónleikurin "Fiskar á turrum landi" gongur fyri seg í eini lítlari bygd í Íslandi. Talan er um eina eldri konu, sum hevur ein ungan mann búgvandi, sum hon hevur tikið í fostur. Tvey ung úr Reykjavík koma at gista hjá konuni, og so fara hormonini í gongd.
Høvundurin, Árni Ibsen, sum er íslendingur, hevur skrivað yrkingasøvn, filmshandrit, tilfar til útvarp og sjónvarp, stuttfilmar, sjónleikir og nógv annað. Hann hevur eisini fingist nógv við at týða leikir.
Fuglafjarðar Sjónleikarafelag hevur nú valt at framseta leikin við fleiri ungum leikarum. Leikararnir eru Knútur - Kenneth Jørgensen, Emma - Marita Øre, Gudmundur - Áslakkur Nesá og Gudbjørg - Hanna Lassaberg. Magni Poulsen hevur leikstjórnað.
Sum nevnt verður sjónleikurin frumframførdur í kvøld, leygarkvøld, og heldur áfram helst til mikudagin.










