Fyrstu ferð meistaraliðið er fallið

Premier League: Leicester skrivaði seg í søgubøkurnar í dag

Sólskinssøgan við Leicester í høvðusleiklutinum fekk í dag eina heldur neiliga fótnotu. Leicester taptu í dag 2-1 fyri Hull City í fyrsta umfari í nýggja kappingarárinum í Premier League.

 

Les eisini: Hesir eru favorittar at vinna Premier League

 

Hetta er fyrstu ferð í søguni, at meistaraliðið tapur í fyrstu royndini í eftirfylgjandi kappingarárinum. 19 ferðir hevur tað eydnast meistaraliðnum at vinna, meðan tað fýra ferðir er enda við javnleiki.

 

Leicester hevði annars fleiri møguleikar í fyrra hálvleiki, har serliga navnframi Jamie Vardy kundi havt umsett til mál. Fyrsta málið í nýggja kappingarárinum skoraði norski Adama Diomande, tá hann í felag við Abel Hernandez saksaði bóltin í málið.

 

Ja, tú læs rætt. Teir tveittu seg báður afturav og saksaðu bóltin í senn. Fyrst rakti Abel Hernandez bóltin – og í at kalla somu løtu rakti Adama Diomande bóltin. Riyhad Mahrez javnaði eftir brotsspark, áðrenn Robert Snodgrass avgjørdi dystin.

 

Klokkan trý vóru fimm dystir. Tríggir teirra endaðu 1-1. Har í millum Everton móti Tottenham. Swansea og WBA vunnu góðar útisigrar á avikavist Burnley og Crystal Palace.

 

Premier League 1. umfar:

Í dag:

Hull City - Leicester City 2-1

Burnley - Swansea City 0-1

Crystal Palace - West Bromwich Albion 0-1

Everton - Tottenham Hotspur 1-1

Middlesbrough - Stoke City 1-1

Southampton – Watford 1-1

Manchester City – Sunderland (17:30)

 

Sunnudagin:

AFC Bournemouth - Manchester United 13:30

Arsenal – Liverpool 16:00

 

Mánadagin:

Chelsea - West Ham United (20:00)