Fyrstu ferð: Meirilutin í nevndini eru kvinnur

– Hendan kvinnudagin 8. mars 2020 kunnu vit í Starvsmannafelagnum fegnast um, at eftir aðalfundin í gjár er meirilutin í nevndini kvinnur.

Soleiðis skrivar Starvsmannafelagið eftir aðalfundin í gjár: 

– Hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at kvinnurnar eru í meiriluta í nevndini.

Nývaldar eru tær báðar Birita F. Kjærbæk og Borgný Mohr, sum vórðu valdar á aðalfundinum hjá felagnum í gjár, 7. mars 2020, har eisini Súni Selfoss varð afturvaldur til formann.

Nevndin er nú hendan:

Súni Selfoss, formaður

Hilmar Augustinussen.

Borgný Mohr

Noomi K. Rasmussen

Birita F. Kjærbæk 

 

Varalimir eru:

Svend Erik Saxov

Jóngerð Simonsen