Fyrstu ferð í Klaksvík

Í mars mánaði hevur Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen av Eiði fyri fyrstu ferð listaframsýning í Klaksvík, og verður hon í Leikalund

Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen letur upp listaframsýning í Leikalund í Klaksvík hósdagin 4. mars klokkan 16. Høvið verður at heilsa uppá Sigrun henda dagin.
Við á framsýningini eru 10 verk. Myndirnar eru til sølu og eru annars at síggja í vanligari upplatingartíð frá mánadag til fríggjadag frá 10 til 17:30 og leygardag frá 10 til 13.
Sigrun málar burturav. Hon hevur ein egnan, ímyndandi stíl, og myndevni í verkunum er menniskja og tilvera, lív og deyði alt lýst av einum trúðarligum sinni. Myndirnar fevna bæði realismu og surrealismu og eftir stendur ofta ein rein, sterk og grafisk ímynd, ið gevur okkum nakað at hugsa um.
Framsýningin verður hangandi til fyrst í apríl.

Framsýningar uttanlanda
Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen er fødd í 1950, hon hevur holla útbúgving innan málningalistina:
Tekniskúla hjá Askou Jensen á Glyptotekinum í Keypmannahavn 1971-73, Det Kongelige Danske Kunstakademi 1973-80 við fleiri kendum lærarum millum annað Vilhelm Freddie.
Sigrun hevur sýnt fram fleiri ferðir fyrr. Hon hevur haft fleiri einkarsýningar í Føroyum, Danmark og Grønlandi, somuleiðis sum hon eisini hevur lutikið á fleiri felagsframsýningum í Føroyum,
flest øllum Norðanlondum, Álandi og USA.
Í apríl mánaða tekur ein ørvísi og spennandi framsýning við eftir Sigrun.
Tað eru tær trýggjar: Astrid Andreasen, Tita Winther og Guðrið Poulsen ið lata upp eina framsýning
Í tær saman hava evna. Her vera fleiri fjølbroytt listaverk har ymisk tøkni er nýtt,at síggja.
Hendan framsýningin letur upp 16. apríl.