Fyrstu ferð á beinkinum

At sita á beinkinum er avgjørt ikki nakað, sum Allan Mørkøre er vanur við, men nú má hann helst bíða eftir sínum møguleika

 

Landsliðsprát


Tað er ikki ofta, at Allan Mørkøre hevur roynt seg sum skiftisleikara, tá føroyska landsliðið hevur spælt. Sjálvur mintist hann ikki, um hann yvirhøvur hevur sitið á beinkinum, og í øllum førum var hann vísur í, at hann ongan tíð hevur sitið har ein heilan dyst.

Ikki fyrr enn hann leygardagin mátti sita allar 90 minuttirnar á beinkinum, og eftir dystin duldi hann ikki fyri, at hetta sjálvandi var ein keðilig kensla.

- Mann vil sjálvandi vera á vøllinum. Serliga tá mann hevur spælt so nógvar dystir, sum eg havi spælt. Teir á vøllinum gjørdu tað tó gott, og tað má mann so bara finna seg í.

Spurdur, um hetta at sita á beinkinum eisini er nakað, sum hann ætlar sær at gera framyvir, um hann ikki hevur pláss á vøllinum, sigur Allan, at tað ger hann sjálvandi.

- Tú kanst ikki gera nakað annað. Tað er bara pláss fyri ellivu á vøllinum, og ert tú ikki millum teir, mást tú bara góðtaka tað. Eisini um tú ikki ert samdur í avgerðini.

- Teir, sum fingu kjansis seinast, hava so avgjørt tikið av, og eg má so bara bíða, til eg aftur fái møguleikan at taka plássið aftur