Fyrstu ferð at Redbull møtir oljupengunum í París

Champions League: Kylian Mbappé er klárur frá byrjan, tá PSG í kvøld spælir móti RB Leipzig

Í kvøld verður fyrra hálvfinalan í Champions League. Hon verður millum nýríka høvðusstaðarliðið úr Fraklandi, Paris Saint Germain, og Redbull stuðlaða RBLeipzig, sum fyri bara fáum árum síðani spældi í lægri deildunum í Týsklandi. Hetta eisini fyrstu ferð, at PSG og RB Leipzig møtast.

PSG hevur Kylian Mbappé kláran frá byrjan. Hann kom inn í dystinum móti Atalanta og vendi gongdini. Hann hevur drigist við ein keðiligan øklaskaða, men er tøkur nú. Hartil er Ángel Dí María tøkur eftir leikbann. Ivamálini telja málverjan, Keylor Navas, Thiago Silva, Marco Verratti, Gueye og Layvin Kurzawa.

Hetta er bara aðru ferð, at RB Leipzig er í Champions League, og liðið er longu komið í hálvfinaluna. Týska felagið er uttan Timo Werner, sum í summar blriv seldur til Chelsea og valdi at skifta undan Champions League undaspælinum. Ibrahima Konaté er skaddur.

Hetta er eisini ein dystur millum tveir týskar venjarar, sum kennast væl. Tað var venjarin hjá PSG, Thomas Tuchel, sum á sinni bjóðaði venjarinum hjá RB Leipzig, nú 33 ára gamla Julian Nagelsmann, fyrstu uppgávurnar í einum venjaratoymi.

##med2## 

Thomas Tuchel var venjari hjá Augsburg, tá ein ungur Julian Nagelsmann mátti gevast vegna skaðar. Hann sá ein verjuspælara við góðum taktiskum skili, og bað hann greina komandi mótstøðuliðini. Nú møtast teir í eini Champions League hálvfinalu.

Champions League hávfinalur:

Týsdagin 18. august:

RB Leipzig- Paris Saint Germain (20.00)

Møgulig uppstillin hjá Leipzig: Gulácsi; Klostermann, Upamecano, Halstenberg; Laimer, Kampl, Sabitzer, Angeliño; Olmo, Poulsen, Nkunku

Møgulig uppstillin hjá PSG: Rico; Kehrer, Thiago Silva, Kimpembe, Bernat; Di María, Marquinhos, Paredes, Neymar; Mbappé, Icardi 

Mikudagin 19. august:

Lyon – Bayern Munchen (20.00)